Skip to main content Skip to footer

Frálærutilboð

Improvisatión

Finn títt ljóð - fyri ávegiskomin

Kundi tú hugsað tær at lært meira um at improvisera, at finna uppá og spæla eina sjálvgjørda solo?
Nú hevur tú møguleikan at ogna tær førleikan. Vit skiftast um at improvisera. Frálæra í tekniskum førleikum, teori og vit gjøgnumganga mest vanligu tónastigarnar (skalarnir) og hvussu hesir í roynd og veru kunnu nýtast. Samanspælið er fyri teg, sum hevur ávísar ljóðførisroyndir, men vantar neyðugu amboðini til at koma í gongd við at improvisera. Øll ljóðføri eru vælkomin, og tað er ikki ein fyritreyt, at tú hevur spælt rútmiskan tónleik áður.

Lærari er Leivur Thomsen