Skip to main content Skip to footer

Ljóðførisgrunnur Tórshavnar Musikkskúla

Gávur og stuðul

Tað kemur javnan fyri, at fólk ynskja at geva gávur og stuðul til keyp av ljóðførum.

Gávur og stuðul, sum ljóðførisgrunnur Tórshavnar Musikkskúla fær, kunnu gera tað møguligt at ogna sær dygdargóð og kostnaðarmikil ljóðføri.

Gávur og stuðul til Ljóðførisgrunn Tórshavnar Musikkskúla eru oyramerkt til ljóðføriskeyp burturav, og leys av øðrum útreiðslum, rakstri og raðfestingum skúlans.

Ynskir tú at geva eina gávu ella stuðla grunninum, kanst tú venda tær til leiðslu skúlans:

Ólavur Olsen, leiðari
Tlf. 504740
Teldupostur: olavuro@torshavn.fo

Peningagávur kunnu flytast á konto 6460-5885509 í Bank Nordik