Musikkskúlaskipanin varð sett á stovn sum ein royndarætlan í 1981. Trý ár eftir, í 1984, varð lógin samtykt og sett í gildi. Samstundis varð Tórshavnar Musikkskúli stovnaður sum stovnur í Tórshavnar Kommunu.
Lokið prógv frá musikkonservatorium, ella onnur hægri útbúgving innan tónleik krevst fyri at undirvísa í Musikkskúlaskipanini.
Land og kommuna gjalda hvør sína helvt til læraralønir, og Tórshavnar kommuna gevur umframt tað, eitt eykaískoyti til virksemið á skúlannum.
Tórshavnar Musikkskúli húsast á Landavegnum 84.
Í skúlanum starvast í løtuni fleiri enn 50 lærarar og hvørja viku fáa áleið 800 næmingar frálæru á einum ljóðføri. Frálæra er í ljóðførisspæli, størri og smærri samanspæli og bókligum fakum (teori, hoyrilæra, søga v. m.).
Umframt undirvísingina í musikkskúlanum samstarvar Tórshavnar Musikkskúli við aðrar mentanarstovnar, m.a Skúlan á Fløtum um Litir í Leiki skipanina, Skúlan við Løgmannabreyt um Ljóð í Leiki skipanina.
Tórshavnar Musikkskúli samstarvar eisini við Glasir og Setrið um frálæru í tónleiki.
Musikkskúla miðnám og Orgulleikaraútbúgvingin eru partur av Tórshavnar Musikkskúla. Les meira um Musikkskúlamiðnám HER
Skrivstovufólk
Skúlatænari
Reingerð
Tórshavnar Musikkskúli
Um skúlan
Tórshavnar Musikkskúli er eitt stað fyri tónleik, læring og felagsskap. Her fáa børn, ung og vaksin undirvísing í ljóðførum, sangi og skapandi tónleikafakum og spæla saman í bólkum og orkestrum.

Leiðsla og umsiting
Finn starvsfólk og set teg í samband við skrivstovuna.
Les meira →Lærarar
Finn læraran og kunning um frálæruna.
Les meira →Høvuðsuppgáva og framtíðarmynd
Les um endamálið við virkseminum og kósina hjá skúlanum.
Les meira →Søga
Frá Bakara Hansen til Hátún – tónleikur, sum verður givin víðari.
Les meira →Hátún og høli
Kunna teg um konserthøllina, útgerð og leigu.
Les meira →Musikkskúlanevnd
Kunning um nevndina fyri Tórshavnar Musikkskúla.
Les meira →Ljóðførisgrunnur Tórshavnar Musikkskúla
Les um Ljóðførisgrunn Tórshavnar Musikkskúla.
Les meira →Farspor
Kunning um farspor á heimasíðuni.
Les meira →Kunning til næmingar og foreldur · Frítíðarætlan · Samband og upplatingartíðir