Skip to main content Skip to footer

TÓNLEIKAFRAMLEIÐSLU DEILD

Í framleiðsludeildini eru hesar høvuðslærugreinar: sangskriving, elektroniskur tónleikur og tónleikaframleiðsla. 

Upptøkuroyndin

Hoyrilæra og teori

  • Undanroynd í hoyrilæru og teori eru nakrar dagar innan royndina í høvuðsljóðføri. Hesar eru vegleiðandi.

Roynd í høvuðsljóðføri:

  • Næmingurin framførir tvey ella fleiri styttri verk/løg á egnum ljóðføri ella verk, sum eru framleidd. Verkini eiga at umboða ymisk lyndiseyðkenni.
  • Úrslitið frá undanroyndini er tøkt hjá próvdómarunum, men kann umsøkjari verða royndur í hoyrulæru, um próvdómarar meta, at hetta er neyðugt.
  • Skúlin útvegar ikki umsøkjarum klaverfylgispælara ella samanspælsbólk til upptøkuroyndir av sínum eintingum, men skúlin kann hjálpa umsøkjarum at finna ein.
  • Krøv til ymsu ljóðførini eru at síggja undir Lesiætlanir

Samrøða

  • Upptøkuroyndin endar við stuttari samrøðu millum umsøkjara og próvdómarar

 

Vel tína frálæru her

Aftur til fyrstu síðu