Skip to main content Skip to footer

UNDANSKEIÐ

Undanskeiðið er til tín, sum ynskir at ganga í Musikkskúla miðnámi, men hevur tørv á at fyrireika upptøkuna. Tónleikarar, ið ynskja at fyrireika seg til upptøku til Musikkskúla miðnám kunnu søkja um upptøku til undanskeið. 

  • Undanskeiðið kann innihalda økta undirvísing í høvuðsljóðførinum og hjálærugreinunum hoyrilæru og teori.
  • Undirvísingin í hoyrulæru og teori byrjar við skúlaársbyrjan í august og endar í mai.
  • Næmingur kann byrja á undanskeiðinum eftir skúlaársbyrjan. 
  • Um næmingur frammanundan er næmingur í skúlanum, kostar tað einki eyka at ganga á undanskeiðinum.
  • Um næmingur, ið ikki frammanundan er næmingur í skúlanum, verður tikin inn á undanskeiðið, er frálæra í teori og hoyrilæru, og kostnaðurin er tá kr. 1.000,- 

Tilmelding og kunning er at finna á heimasíðu Tórshavnar Musikkskúla um frálærutilboð - Undanskeið

Aftur til fyrstu síðu