Skilhaldsreglur
Vit vilja hava góðar umstøður fyri tónleik, læring og samveru. Her finnur tú skilhaldsreglurnar fyri vanliga musikkskúlaundirvísing og kunning um venjing, uppmøting og farloyvi.
Vís virðing
Vís øðrum fyrilit og gev teimum frið til at læra, venja og spæla saman.
Far væl um skúlan
Far væl um høli og ljóðføri. Sig leiðsluni frá, um okkurt er í ólagi.
Møt og ven regluliga
Ven regluliga, møt til undirvísing og sig læraranum frá, um tú ikki fært møtt.
Reglurnar í stuttum
Trivnaður og virðing
Musikkskúlin skal vera eitt gott stað at læra, spæla tónleik og vera saman. Vit vísa hvørjum øðrum virðing og fyrilit og hava í huga, at vit hava ymiskar førleikar og fortreytir.
Vit góðtaka ikki happing, niðrandi talu ella harðskap, hvørki sálarligan ella likamligan.
Tosa við læraran ella leiðsluna, um tú upplivir happing, niðrandi atburð ella ótryggleika í skúlanum. Sig eisini frá, um tú sært, at onnur ikki hava tað gott.
Nýtsla av hølunum
Far væl um hølini
- Halt skúlan og økið kring hann reint og ruddiligt. Lat hølini frá tær í sama standi, sum tú fekk tey.
- Vís fyrilit fyri øðrum í skúlanum og fyri grannunum. Vindeygu skulu vera afturlatin, meðan spælt ella vant verður.
- Boða leiðsluni frá, um okkurt er í ólagi við hølunum.
- Vinnuligt virksemi í hølunum krevur serstaka avtalu við leiðsluna.
Matur, drekka og royking
Ikki er loyvt at eta ella drekka í undirvísingarhølunum. Royking er ikki loyvd í skúlanum ella á skúlaøkinum.
Rúsdrekka og onnur rúsevni eru bannað á skúlanum sambært reglunum hjá Tórshavnar kommunu fyri høli, har børn og ung ferðast.
Myndir og upptøkur
Ikki er loyvt at taka myndir ella gera upptøkur av næmingum uttan loyvi.
Ljóðføri skúlans
Nýtsla og flutningur
Ljóðføri, sum hoyra til eitt ávíst undirvísingarhøli og verða brúkt har dagliga, skulu verða verandi í hølinum.
Ljóðføri skúlans kunnu bert takast við út úr skúlanum í serligum førum og við serstøkum loyvi frá leiðsluni. Hetta er galdandi fyri bæði næmingar og lærarar.
Boða leiðsluni frá, um okkurt er í ólagi við einum ljóðføri.
Venjing, uppmøting og frávera
Væntað verður, at næmingar møta til undirvísing og gera sær ómak við venjingini heima. Fært tú ikki møtt, skalt tú siga læraranum frá.
Ger venjingina til ein natúrligan part av gerandisdegnum. Legg venjingina til rættis saman við læraranum, so hon hóskar til tín.
Farloyvi og tilmelding
Tú kanst søkja um farloyvi frá undirvísingini í upp til eitt ár í senn. Send umsóknina til musikkskulin@torshavn.fo.
Eftir farloyvi skalt tú, eins og aðrir næmingar, melda teg til aftur í seinasta lagi 15. mai.