Samband
Skip to the content

Frálærutilboð í Tórshavnar Musikkskúla

Stovur og onnur bólkafrálæra

KÓRSANGUR

At syngja saman er stuttligt, sosialt og mennandi og Tórshavnar Musikkskúli er heimstaður fyri fleiri fanstastisk kór. Finn kórið, ið hóskar best til tín. 

 

 

Demo Image

MUSIKKSPÆLISTOVA

Musikkspælistovan er ein spennandi og gevandi leið hjá børnum inn í tónleikin, har dentur verður lagdur á rútmu, sang og spæl. 
Demo Image

TÓNLEIKAÁSTØÐI OG HOYRILÆRA

Tónleikaástøði og hoyrilæra mennir tínar tónlistagávur, og gevur tær nýggj amboð til at skilja tónleikin

Vitja Tórshavnar Musikkskúla á Facebook

 

Á okkara Facebook síðu eru javnan dagføringar um viðkomandi viðurskifti so sum konsertir, nýggj undirvísingartilboð, myndir frá tiltøkum o.a.

Trýst á búmerkið ella Tórshavnar Musikkskúla á ovaru myndini til høgru fyri at koma beinleiðis til okkara Facebook síðu. 

Vitja Tórshavnar Musikkskúla á Youtube

 

Á okkara youtube síðu ber til at síggja konsertir o.a  frá tiltøkum o.a.

Trýst á búmerkið í vinstru síðu av youtube spælaranum til vinstru fyri at koma beinleiðis til okkara youtube síðu.

Example image alt text
Image caption

Myndir frá tiltøkum og konsertum

Myndir frá konsertum og øðrum tiltøkum á okkara facebook síðu.

Trýst á myndirnar, um tú ynskir at síggja fleiri myndir ella trýst á knøttin fleiri myndir niðanfyri.

Konsert álmanakkin

Konsert - Blásaradagur

16. januar 2023 - kl. 17:00 til 18:00

0.36 Hátún (Tórshavnar Musikkskúli - frálæruhøli)

Les meira

Konsert - Blásaradagur

17. januar 2023 - kl. 17:00 til 18:00

0.36 Hátún (Tórshavnar Musikkskúli - frálæruhøli)

Les meira

Mikudagskonsert

25. januar 2023 - kl. 17:00 til 18:00

0.25 Tinnan (Tórshavnar Musikkskúli - frálæruhøli)

Les meira

FLOYMANDI NÆRVERA FSO & Marius Ziska

9. februar 2023 - kl. 20:00 til 22:00

Føroya Symfoniorkestur framførir saman við bólkinum Marius Ziska framførir serligu verkætlanina “Floymandi nærvera”.
Í 2023 eru 40 ár síðan Norðurlandahúsið lat dyrnar upp fyrstu ferð, og sama ár bleiv Føroya Symfoniorkestur sett á stovn. “Floymandi nærvera” er partur av 40-ára føðingardagsfagnaðinum hjá symfoniorkestrinum og Norðurlandahúsinum.

Komandi ár eru 40 ár síðan Føroya Symfoniorekstur varð stovnað. Sama ár stóð eisini okkara snøgga Norðurlandahús klárt at rúma alskins tiltøkum. Í 2023 fer konsertskráin hjá Føroya Symfoniorkestri at bera brá at fagnaði. Byrja verður í januar við nýggjárskonsertini og longu í februar fer ein heilt serlig verkætlan av bakkastokki.
Seinastu tvey árini hava Føroya Symfoniorkestur og Marius Ziska arbeitt við verkætlanini “Floymandi nærvera”. Eitt tætt samstarv er millum partanar frá hugskoti til konsertframførslu.

Marius Ziska
Hans Marius Ziska verður av mongum hildin at vera ein av føroya bestu sangarum og sangskrivarum.
Sum frontmaður í bólkinum Marius Ziska hevur hann givið fimm útgávur út. Eftir góðu móttøkuna, sum útgávan Home/Heim hjá Marius Ziska fekk – har helvtin av sangunum vóru á føroyskum – tók bólkurin eina avgerð um, at teirra næsta útgáva, Portur, skuldi øll vera á føroyskum. Heildarútgávan, sum bólkurin er í holt við at leggja seinastu hond á í hesum døgum, og sum eftir ætlan skal koma út í heyst, verður somuleiðis øll á føroyskum. Marius Ziska er ein ambitiøsur bólkur, bæði hvat tónleiki og tekstum viðvíkja. Bólkurin megnar støðugt at skapa eina sera modernaða og tó eksperimenterandi ljóðmynd.
Tónleikararnir í bólkinum megna sera væl at ferðast millum ymiskar tónleikasjangrur, og hoyrir tú tí íslett av øllum frá fólkatónleiki til rokk, jazz og blues, tá ið tú ert til eina konsert hjá Marius Ziska.
Manningin, ið myndir bólkin Marius Ziska, er Hans Marius Ziska, Allan Tausen, Heðin Ziska Davidsen, Mikael Blak, Magnus Johannesen og Jan Rúni Poulsen. Teksthøvundur er Hans Jacob Kollslíð
Atli K. Petersen, Magnus Johannesen og Tróndur Bogason útseta tónleikin hjá Marius Ziska fyri symfoniorkestur. Talan er um tríggjar arrangørar við hollum royndum, og sum teljast millum teir bestu vit eiga.
Atli K. Petersen hevur í mong ár skrivað og útsett fyri Føroya Symfoniorkestur. Tróndur Bogason er tónaskald og arbeiðir m.a. saman við Aldubáruni og Eivør. Magnus Johannesen hevur skrivað nógv fyri bigband, og hevur júst skrivað tónleikin, ið varð framførdur til barnakonsertirnar hjá symfoniorkestrinum fyrr í ár.
Bernharður Wilkinson stjórnar orkestrunum.



Les meira Keyp Atgongumerki