Skip to main content Skip to footer

Næmingagjøld

Her sært tú næmingagjøldini í Tórshavnar Musikkskúla. Gjøldini eru fyri eitt skúlaár.

Í gjaldinum fyri ljóðførisundirvísing og einsang eru lán av ljóðføri og vanligt tilfar til undirvísingina, so sum bløð, streingir, olja og harpiks, viðroknað.

Tilboð Skúlaárið 2026/27 Frá skúlaárinum 2027/28
Ljóðførisundirvísing og einsangur 2.500 kr. 2.500 kr.
Víðkað skeið 2.500 kr. 3.000 kr.
Musikkskúlamiðnám og orgulleikaraútbúgvingin 3.000 kr. 4.000 kr.
Litir í Leiki 5.000 kr. 5.000 kr.
Ljóð í Leiki 5.000 kr. 5.000 kr.
Barna- og ungdómskór 1.250 kr. 1.250 kr.
Musikkspælistova 1.250 kr. 1.250 kr.

Barna- og ungdómskór: Næmingar, sum ganga til einsang, gjalda ikki fyri barna- og ungdómskór.

Lán av ljóðførum

Næmingar kunnu lána strokljóðføri, blásiljóðføri og akkordeon frá skúlanum, tá tey eru tøk. Lánið er íroknað næmingagjaldið fyri ljóðførisundirvísing.

Hevur tú spurningar um ljóðførislán, kanst tú spyrja á skrivstovuni. Tá næmingurin er byrjaður, finnur lærarin eitt ljóðføri, sum hóskar til næmingin.

Ljóðførið verður leigað frá skúlanum, og leiguavtala verður gjørd við musikkskúlan. Ljóðførið skal latast skúlanum aftur, tá næmingurin skal hava annað ljóðføri ella ikki longur hevur brúk fyri tí.

Les meira um lán og trygging í upptøkureglugerðini

Gjald og fakturering

Rokning verður send við telduposti eftir skúlaársbyrjan. Næmingar, sum verða meldaðir til seinni í skúlaárinum, fáa rokning eftir tilmelding.

Verður gjaldið ikki goldið innan gjaldsfreistina, verða áminningar sendar eftir vanligu mannagongdunum. Verður gjaldið framvegis ikki goldið, verður næmingurin útskrivaður úr skúlanum.

Gevst næmingurin í skúlaárinum, verður næmingagjaldið ikki endurrindað.

Systkinaavsláttur

Eitt barn rindar fult næmingagjald. Hini systkini fáa 50 % avsláttur av gjaldinum fyri einstaklingaundirvísing.

Systkinaavslátturin er ikki galdandi fyri næmingar, ið eru 18 ár og eldri.

Fríplássskipan

Børn og ung undir 18 ár, sum hava fingið tilboð um pláss í Tórshavnar Musikkskúla, kunnu søkja um fult frípláss hjá Tórshavnar kommunu.

Fríplássið er treytað av inntøkuni í húskinum og skal søkjast á hvørjum ári. Tú søkir hjá Tórshavnar kommunu umvegis Vangan.

Á heimasíðuni hjá kommununi sært tú treytirnar, umsóknarfreistirnar og hvussu tú søkir.

Søk um frípláss →