Musikkskúlafestivalurin 2026
Fríggjadagin 29. mai 2026 verður stórur musikkskúlafestivalur í miðbýnum í Havn. Festivalurin savnar næmingar úr øllum musikkskúlunum í Føroyum til ein spennandi dag við tónleiki, framførslum og góðum stemningi.
Konsertir og framførslur verða frá kl. 14.00 til kl. 19.00 á fleiri pallum og spælistøðum kring Tórsgøtu og miðbýin. Millum annað verða framførslur í Reinsarínum, Perluni, Perlutorginum, Havnar kirkju, Finsen og uttandura á ymiskum økjum.
Á skránni verða nógv ymisk sløg av bólkum og samanspæli. Gestir kunnu uppliva bæði orkestur, kór, strúkarar, hornorkestur, jazzbólkar, rytmisk samanspæl og nógv annað. Hetta verður ein livandi festivaldagur, har næmingar úr øllum landinum fáa møguleika at vísa, hvat tey arbeiða við í musikkskúlunum.
Festivalurin er almennur, og øll eru hjartaliga vælkomin at koma oman í býin at lurta og njóta tónleikin.