Tónleikur og sól á Musikkskúlafestivalinum 2025
Alla vikuna hevur Musikkskúlafestivalurin verið hildin í Tórshavnar Musikkskúla – og veðrið hevur veruliga spælt við!
Konsertir hava verið hvønn dag, bæði inni í Tinnan, í Hátún og uttanfyri í góðveðrinum. Næmingar úr øllum deildum skúlans hava luttikið.
Vit vilja takka øllum næmingum, lærarum og vitjandi fyri luttøku og fantastiskar konsertir.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá konsertunum.