Kom væl í gongd
Ger venjingina til ein natúrligan part av degnum. Tað hjálpir at venja umleið somu tíð og at hava ljóðførið tøkt og lætt at koma til.
Byrja heldur við fáum minuttum og ven regluliga enn at bíða eftir, at tú hevur góða tíð.
Tú nýtist ikki at venja leingi hvørja ferð fyri at gera framstig. Serliga í byrjanini er tað betri at spæla eitt sindur ofta enn at venja leingi av og á.
10 minuttir hvønn dag kunnu geva meira enn 40 minuttir einaferð um vikuna.
Venjing snýr seg heldur ikki bara um tað, tú hevur fingið fyri. Spæl eisini tónleik, tú hevur hug til, royn teg fram og hav ljóðførið nær við, so tað er lætt at taka tað fram og spæla.

Ger venjingina til ein natúrligan part av degnum. Tað hjálpir at venja umleið somu tíð og at hava ljóðførið tøkt og lætt at koma til.
Byrja heldur við fáum minuttum og ven regluliga enn at bíða eftir, at tú hevur góða tíð.
Ven tað, sum er torført. Tá okkurt ikki riggar, byrja ikki alt lagið umaftur hvørja ferð.
Finn staðið, sum er torført, og ven júst tað nakrar ferðir. Tá tað riggar, set tað aftur saman við restini.
Tað er ofta betri at venja seint og neyvt enn skjótt og ógreitt.
Spæl eisini tónleik, tú kennir og dámar. Royn teg fram, improvisera, finn upp á og spæl saman við øðrum.
Venjing skal ikki bara kennast sum arbeiði. Tað er eisini í venjingini, at tú lærir ljóðførið at kenna og finnur út av, hvat tú sjálv/ur hevur hug at spæla.
Tú nýtist ikki at duga tónleik fyri at hjálpa barninum.
Tað týdningarmesta er at vísa áhuga, lurta, spyrja og hjálpa barninum at fáa venjingina inn sum ein natúrligan part av gerandisdegnum.
Legg merki til framstigini og rósa arbeiðinum, ikki bara úrslitinum. Tað fara at koma bæði lættir og truplir dagar, og tað er ein vanligur partur av at læra eitt ljóðføri.
Ven ofta heldur enn leingi.
Ven tað, sum er torført.
Spæl eisini tað, tú hevur hug til.
Legg merki til smá framstig.