Skip to main content Skip to footer

Konserthøllin í Tórshavnar Musikkskúla.

HÁTÚN

Hátún er konserthøllin í Tórshavnar Musikkskúla og verður fyrst og fremst brúkt til undirvísing, konsertir og annað virksemi hjá skúlanum.

Tá høllin er tøk, kann hon eisini leigast til konsertir, upptøkur, fyrilestrar, fundir og onnur tiltøk. Tónleikaligt virksemi hevur framíhjárætt, tá bókingar verða lagdar.

Leigarin hevur ábyrgd av sjálvum tiltakinum, eitt nú atgongumerkjasølu og at útvega ljóð- og ljósfólk, um tørvur er á tí. Leigarin rindar kostnaðin av hesum.

Leigugjøld

Konsertir og tónleikatiltøk við atgongumerkjum

Leigugjaldið fyri tiltaksdagin er 20 ferðir vanliga fulla atgongumerkjaprísin, tó í minsta lagi 2.000 kr.

Við vanliga fulla atgongumerkjaprísinum verður meint prísurin uttan barna-, lestrar- ella annan avsláttur.

Dømi:
100 kr. → 2.000 kr.
150 kr. → 3.000 kr.
200 kr. → 4.000 kr.
250 kr. → 5.000 kr.

Verður Hátún brúkt ein ella fleiri dagar afturat til venjing, fyrireiking ella líknandi í sambandi við sama tiltak, er leigugjaldið 1.500 kr. fyri hvønn eyka dag.

Verður tiltakið hildið fyri almenninginum fleiri dagar, verður vanligt leigugjald roknað fyri hvønn tiltaksdag.

Ókeypis tónleikatiltøk

Er einki atgongumerkjagjald, er leigugjaldið 2.000 kr. fyri hvønn dag.

Upptøkur

Fyri upptøkur er leigugjaldið:

1. dagur: 2.000 kr.
2. dagur: 1.500 kr.
Frá 3. degi: 1.000 kr. fyri hvønn dag.

Lægri dagsprísurin er galdandi, tá dagarnir hoyra til somu upptøkuframleiðslu og somu bóking.

Onnur tiltøk

Fyri fyrilestrar, fundir, ráðstevnur og onnur líknandi tiltøk er leigugjaldið 2.000 kr. fyri hvønn dag.

Leigudagar

Hvør dagur, Hátún er bókað, telur sum ein leigudagur. Eingin munur verður gjørdur á hálvum og heilum degi.

Sí leigureglur og søk um leigu av Hátúni her.

Sí, nær Hátún er tøkt, í álmanakkanum niðast á síðuni.

FAKTA

Sitipláss: 300 fólk

Flygil: Steinway-konsertflygil

Pallur: áleið 112 m².

ÚTGERÐ TIL UTTANHÝSIS TILTØK

  • 1–2 høvuðsmikrofonir til talu
  • Ljóðpulturin í Hátúni
  • Lørift og uppvørpa
  • Nótastativ
  • Stólar á pallinum
  • Steinway-konsertflygil

Nýtslan verður avtalað frammanundan. Alla aðra útgerð hava fyriskiparar sjálvir við. Um upptøkuútgerð kann serlig avtala gerast, sum lýst í umsóknini.

Yvirlit yvir, nær høllin er tøk. 

Blátt = í brúk