Skip to main content Skip to footer

Um okkum

Musikkskúlaskipanin varð sett á stovn sum ein royndarætlan í 1981. Í 1984 varð lógin samtykt og sett í gildi. Sama ár varð Tórshavnar Musikkskúli stovnaður sum stovnur undir Tórshavnar kommunu.

Fyri at undirvísa í musikkskúlaskipanini krevst prógv frá musikkonservatorii ella onnur hægri útbúgving í tónleiki.

Land og kommuna gjalda hvør sína helvt av læraralønunum. Harumframt veitir Tórshavnar kommuna eitt eyka ískoyti til virksemið í skúlanum.

Tórshavnar Musikkskúli heldur til á Landavegi 84.

Í skúlanum starvast fleiri enn 50 lærarar, og hvørja viku fáa umleið 800 næmingar frálæru í ljóðførisspæli. Frálæran fevnir eisini um samanspæl í størri og smærri bólkum og bókligar lærugreinar, eitt nú tónleikaástøði, hoyrilæru og tónleikasøgu.

Skúlin samstarvar við aðrar skúlar og mentanarstovnar, eitt nú við Skúlan á Fløtum um Litir í Leiki og Skúlan við Løgmannabreyt um Ljóð í Leiki.

Tórshavnar Musikkskúli samstarvar eisini við Glasir og Fróðskaparsetur Føroya um frálæru í tónleiki.

Musikkskúlamiðnám og orgulleikaraútbúgvingin eru partur av virkseminum í Tórshavnar Musikkskúla.

Skrivstovan er opin

Mánadag kl. 09.00 – 16.00

Týsdag kl. 11.00 – 16.00

Mikudag kl. 09.00 – 16.00

Hósdag kl. 11.00 – 16.00

Fríggjadag kl. 09.00 – 14.00

 

Telefonavgreiðsla er:

Mánadag - Fríggjadag kl. 11.00 - 15.00

 

Teldupostur: musikkskulin@torshavn.fo

Telefon: 302470

Frítíðarætlan skúlaárið 2026-2027

Summarfrítíð

26. juni 2026

11. august 2026
Heystfrítíð

10. oktober 2026

18. oktober 2026
Jólafrítíð

21. desember 2026

03. januar 2027
Lagdir frídagar

15. februar 2027

16. februar 2027
Vetrarfrítíð

17. februar 2027

21. februar 2027
Páskafrítíð

20. mars 2027

29. mars 2027
Dýri Biðidagur

23. apríl 2027

 
Flaggdagur

25. apríl 2027

 
Kr. Himmalsfarardagur

6. mai 2027

 
Hvítusunna

16. mai 2027

17. mai 2027
Grundlógardagur

05. juni 2027

 
Summarfrítíð

18. juni 2027

 

 

Kunningin er flutt. Far til frítíðarætlanina, Um skúlan ella leiðslu og umsiting.