Skip to main content Skip to footer

Orgulleikaraútbúgvingin

Hetta lærir tú

Orgulleikaraútbúgvingin er ein trý ára preliminer útbúgving, sum gevur tær eitt tekniskt, tónleikaligt og ástøðiligt grundarlag at arbeiða sum kirkjutónleikari við høvuðsdenti á orgulspæl og kórleiðslu.

Í útbúgvingini lærir tú at:

  • spæla til sálmasang og gera forspøl til sálmar
  • spæla inngangsspæl, útgangsspæl og konsertverk
  • leiða kór.

Tónleikur í kirkju og samkomu

Endamálið er at fyrireika teg at røkja tónleikaligar uppgávur í føroysku fólkakirkjuni og taka lut í øðrum tónleikaligum virksemi í kirkju og samkomu.

Støðið við byrjan

Vegleiðandi byrjanarstig er ájavnt 4. stigi hjá Associated Board of The Royal Schools of Music. Les meira um krøvini og fyrireikingina á síðuni um upptøkuroynd.