Nýggj bók eftir Annu Hüdepohl – Akkordeon ABC
Lærarin í akkordeon í Tórshavnar Musikkskúla, Anna Hüdepohl, hevur givið út nýggja lærubók fyri børn.
"Akkordeon ABC“ er ætlað ungum akkordeonnæmingum og annars øllum børnum í musikkskúla, fólkaskúla, barnagarði ella musikkspælistovu – við øðrum orðum øllum teimum, ið taka síni fyrstu fet inn í tónleikarheimin.
Bókin byggir á tjúgu ára undirvísingarroyndir við íblástri av metodunum Colourstrings og Kodály. Fet fyri fet leiðir bókin barnið inn í tónleikin gjøgnum læring og spæl í barnahædd.
Tilfarið í bókini er fjøltáttað: smá einføld løg, sum børnum dámar væl, nýggir fittir tekstir eins og føroyskir barnasangir, sum børnini kenna og elska.
Lærari og næmingur kunnu brúka tilfarið á nógvar ymiskar mátar. Tað ber lættliga til at fara frá tí heilt einfalda til tað meira avbjóðandi, alt eftir førleika, huga og tørvi.
“Eg ynski, at bókin skal gera tað lætt og stuttligt hjá børnum at koma í gongd við tónleik,” sigur Anna Hüdepohl.
Hetta er onnur bókin hjá Annu Hüdepohl. Fyrra bókin, "Vit eru musikantar", kom út í 2021, og er ein spælibók fyri akkordeon við heili 71 løgum. Har "Vit eru musikantar" er ein spælibók við nógvum spennandi løgum, er "Akkordeon ABC" ein skúli, ætlað teimum, sum byrja sína tónleikaferð.
Vit ynskja Annu hjartaliga til lukku við bókini!