Kórdagur í Tórshavnar Musikkskúla
Leygardagurin 16. mars var kórdagur við øllum kórsangarunum í Tórshavnar musikkskúla 
 Luttakandi kórini vóru Nova 1, Nova 2, Nova 3, Dreingjakórið, Stella, Ung Stjørnuskot og XPERIMENT - útvið 70 sangarar tilsamans 
 Dagurin var skipaður við hugnaligari samveru, spølum, felags kórvenjingum og at enda konsert í Hátúni fyri fullsettum sali 
 Kórleiðarar vóru Ásbjørn Berthelsen, Katrin á Borg Johannesen, Sigrið Sivertsen, Joanna Johansen og Edith Dahl Jakobsen. Vit takka øllum næmingunum, ið luttóku og tykkum, ið lýddu á 
 Myndirnar tók Ásbjørn Berthelsen, og upptøkurnar Martin Mørk