Ein inspirerandi og fjølbroyttur dagur í musikkskúlanum
Mánadagin hevði Tórshavnar Musikkskúli vitjan av Univers på Vers, og tað gjørdist ein sera góður dagur fyri bæði næmingar og lærarar. Næmingarnir fingu høvi at royna nógv ymiskt.
Dagurin snúði seg í stóran mun um samanspæl og improvisatión. Næmingarnir spældu saman í ymiskum bólkum, lurtaðu eftir hvørjum øðrum og royndu seg við tónleikaligum hugskotum, sum teir vóru við til at seta saman.
Seinnapartin endaði dagurin við einari innanhýsis konsert, har næmingarnir framførdu fyri hvørjum øðrum, og har tey kundu vísa, hvat tey høvdu lært og arbeitt við.
Alt í alt ein sera gevandi og stuttligur dagur.