Skip to main content Skip to footer

Bernharður Wilkinson riddari av Dannebrog

Tórshavnar Musikkskúli ynskir Bernhardi Wilkinson hjartaliga til lukku við stórfingna heiðrinum at verða sligin til riddara av Dannebrog tann 4. juni 2025.

Henda útnevningin er ein viðurkenning fyri hansara drúgva og dygdargóða arbeiði innan tónleik og mentan í Føroyum – eitt arbeiði, sum í fleiri ár hevur ríkað bæði næmingar, áhoyrarar og alt føroyska tónleikalívið.

Vit fegnast saman við honum!