Musikkskúlaskipanin varð sett á stovn sum ein royndarætlan í 1981. Í 1984 varð lógin samtykt og sett í gildi. Sama ár varð Tórshavnar Musikkskúli stovnaður sum stovnur undir Tórshavnar kommunu.
Fyri at undirvísa í musikkskúlaskipanini krevst prógv frá musikkonservatorii ella onnur hægri útbúgving í tónleiki.
Land og kommuna gjalda hvør sína helvt av læraralønunum. Harumframt veitir Tórshavnar kommuna eitt eyka ískoyti til virksemið í skúlanum.
Tórshavnar Musikkskúli heldur til á Landavegi 84.
Í skúlanum starvast fleiri enn 50 lærarar, og hvørja viku fáa umleið 800 næmingar frálæru í ljóðførisspæli. Frálæran fevnir eisini um samanspæl í størri og smærri bólkum og bókligar lærugreinar, eitt nú tónleikaástøði, hoyrilæru og tónleikasøgu.
Skúlin samstarvar við aðrar skúlar og mentanarstovnar, eitt nú við Skúlan á Fløtum um Litir í Leiki og Skúlan við Løgmannabreyt um Ljóð í Leiki.
Tórshavnar Musikkskúli samstarvar eisini við Glasir og Fróðskaparsetur Føroya um frálæru í tónleiki.
Musikkskúlamiðnám og orgulleikaraútbúgvingin eru partur av virkseminum í Tórshavnar Musikkskúla.
Skrivstovan er opin
Mánadag kl. 09.00 – 16.00
Týsdag kl. 11.00 – 16.00
Mikudag kl. 09.00 – 16.00
Hósdag kl. 11.00 – 16.00
Fríggjadag kl. 09.00 – 14.00
Telefonavgreiðsla er:
Mánadag - Fríggjadag kl. 11.00 - 15.00
Teldupostur: musikkskulin@torshavn.fo
Telefon: 302470
Frítíðarætlan skúlaárið 2026-2027
| Summarfrítíð |
26. juni 2026 |
11. august 2026 |
| Heystfrítíð |
10. oktober 2026 |
18. oktober 2026 |
| Jólafrítíð |
21. desember 2026 |
03. januar 2027 |
| Lagdir frídagar |
15. februar 2027 |
16. februar 2027 |
| Vetrarfrítíð |
17. februar 2027 |
21. februar 2027 |
| Páskafrítíð |
20. mars 2027 |
29. mars 2027 |
| Dýri Biðidagur |
23. apríl 2027 |
|
| Flaggdagur |
25. apríl 2027 |
|
| Kr. Himmalsfarardagur |
6. mai 2027 |
|
| Hvítusunna |
16. mai 2027 |
17. mai 2027 |
| Grundlógardagur |
05. juni 2027 |
|
| Summarfrítíð |
18. juni 2027 |
Frítíðarætlan 2026/27
Her sært tú frítíðir og frídagar í skúlaárinum.
| Frítíð / frídagur | Frá | Til |
|---|---|---|
| Summarfrítíð | 26. juni 2026 | 11. august 2026 |
| Heystfrítíð | 10. oktober 2026 | 18. oktober 2026 |
| Jólafrítíð | 21. desember 2026 | 03. januar 2027 |
| Lagdir frídagar | 15. februar 2027 | 16. februar 2027 |
| Vetrarfrítíð | 17. februar 2027 | 21. februar 2027 |
| Páskafrítíð | 20. mars 2027 | 29. mars 2027 |
| Dýri Biðidagur | 23. apríl 2027 | |
| Flaggdagur | 25. apríl 2027 | |
| Kr. Himmalsfarardagur | 6. mai 2027 | |
| Hvítusunna | 16. mai 2027 | 17. mai 2027 |
| Grundlógardagur | 05. juni 2027 | |
| Summarfrítíð | 18. juni 2027 |