Ein týdningarmikil partur av Musikkskúlamiðnámi er, at næmingar hava møguleika at venja uttan fyri vanligu undirvísingina. Til tess hava næmingar atgongd til venjingarrúmini í Tórshavnar Musikkskúla.
Lykil og atgongd
Allir næmingar á Musikkskúlamiðnámi fáa lykil til Tórshavnar Musikkskúla.
Lykilin er persónligur og má ikki latast øðrum.
Lykilin gevur bara atgongd til skúlan í sambandi við virksemi á Musikkskúlamiðnámi.
Missir næmingur lykilin, skal hetta fráboðast samskiparanum ella skrivstovuni beinanvegin.
Tá næmingurin gevst á Musikkskúlamiðnámi, skal lykilin latast aftur.
Nýtsla av skúlanum
MuMi-næmingar kunnu nýta skúlan til venjing uttan fyri vanligu undirvísingina.
Skúlin er opin til kl. 23.00. Tá skulu allir næmingar vera farnir úr bygninginum.
Trygd eftir arbeiðstíð
Næmingar, sum nýta skúlan uttan fyri vanliga arbeiðstíð, skulu kunna seg um rýmingarleiðirnar og savningarstaðið hjá skúlanum.
Við eldsbruna skal brunaávaringin setast í gongd, um hon ikki longu er farin í gongd. Ring 1-1-2, far úr bygninginum eftir nærmastu tryggu rýmingarleið og far til savningarstaðið í niðasta horninum á parkeringsøkinum eystanfyri skúlan. Lyftan má ikki nýtast.
Verður onkur álvarsliga sjúkur ella kemur til skaða, skal ringjast 1-1-2, um neyðugt. Fyrstuhjálparkassi og hjartastartari eru við móttøkuna. Álvarsligar hendingar, óhapp og trygdarmanglar, sum verða lagdir til merkis, skulu fráboðast samskiparanum ella leiðsluni skjótast gjørligt.
Far ikki inn aftur í bygningin, fyrr enn boð verða givin um, at tað er trygt.
Bóking av venjingarrúmum
Venjingarrúm skulu bókast í SpeedAdmin.
Bóking fer fram umvegis felags MuMi-brúkaran í SpeedAdmin.
Næmingar skulu bara nýta tað venjingarrúmið, sum er bókað.
Verður bókaða venjingarrúmið ikki brúkt, hevur næmingurin ábyrgd av at strika bókingina, so onnur kunnu brúka rúmið.
Ábyrgd
Næmingar skulu fara væl um høli, ljóðføri og aðra útgerð hjá skúlanum.
Eftir venjing skulu hølini latast aftur ruddilig.
Næmingar hava ábyrgd av at læsa hurðar, tá teir fara úr rúmum, sum ikki skulu nýtast av øðrum.
Verður okkurt óvanligt lagt til merkis, ella verður skaði staðfestur, skal hetta fráboðast samskiparanum ella skrivstovuni skjótast gjørligt.