Skip to main content Skip to footer

Um okkum

 

Musikkskúlaskipanin varð sett á stovn sum ein royndarætlan í 1981. Trý ár eftir, í 1984, varð lógin samtykt og sett í gildi. Samstundis varð Tórshavnar Musikkskúli stovnaður sum stovnur í Tórshavnar Kommunu.

Lokið prógv frá musikkonservatorium, ella onnur hægri útbúgving innan tónleik krevst fyri at undirvísa í Musikkskúlaskipanini.

Land og kommuna gjalda hvør sína helvt til læraralønir, og Tórshavnar kommuna gevur umframt tað, eitt eykaískoyti til virksemið á skúlannum.

Tórshavnar Musikkskúli húsast á Landavegnum 84.

Í skúlanum starvast í løtuni fleiri enn 50 lærarar og hvørja viku fáa áleið 800 næmingar frálæru á einum ljóðføri. Frálæra er í ljóðførisspæli, størri og smærri samanspæli og bókligum fakum (teori, hoyrilæra, søga v. m.).

Umframt undirvísingina í musikkskúlanum samstarvar Tórshavnar Musikkskúli við aðrar mentanarstovnar, m.a Skúlan á Fløtum um Litir í Leiki skipanina, Skúlan við Løgmannabreyt um Ljóð í Leiki skipanina. 

Tórshavnar Musikkskúli samstarvar eisini við Glasir og Setrið um frálæru í tónleiki. 

Musikkskúla miðnám og Orgulleikaraútbúgvingin eru partur av Tórshavnar Musikkskúla. Les meira um skipanirnar HER

 

Skrivstovan er opin

Mánadag kl. 09.00 – 16.00

Týsdag kl. 11.00 – 16.00

Mikudag kl. 09.00 – 16.00

Hósdag kl. 11.00 – 16.00

Fríggjadag kl. 09.00 – 14.00

 

Telefonavgreiðsla er:

Mánadag - Fríggjadag kl. 11.00 - 15.00

 

Teldupostur: musikkskulin@torshavn.fo

Telefon: 302470

Frítíðarætlan skúlaárið 25-26

Summarfrítíð

27. juni 2025

12. august 2025
Heystfrítíð

11. oktober 2025

19. oktober 2025
Jólafrítíð

20. desember 2025

04. januar 2026
Vetrarfrítíð 11. februar 2026

15. februar 2026

Ein lagdur frídagur

16. februar 2026

 
Páskafrítíð

28. mars 2026

06. apríl 2026
Flaggdagur

25. apríl 2026

 
Dýri Biðidagur

01. mai 2026

 
Kr. Himmalsfarardagur

14. mai 2026

 
Hvítusunna

25. mai 2026

 
Grundlógardagur

05. juni 2026

 
Summarfrítíð

26. juni 2026