Musikkskúlafestivalurin í ár verður skipaður sum ein konsertvika frá mánadegnum 19. Mai til fríggjadagin 23. Mai 2025.
Tiltakið verður skipa lokalt tvs ikki sum árini undan, sum eitt tiltak fyri alt landið.
Møguleiki verður hjá lærarum í TM at hava konsertir í Hugdýpingarrúminum, Tinnuni og í Hátúni hesar dagar, og pláss er bæði fyri framførslum við einkultnæmingum, minni og størri bólkum. Stólar og nótastólar verða í konserthølunum, og lærarar skipa sjálvi fyri at gera klárt, avgreiða skiftini millum bólkar osfr. - akkurát sum til eina vanliga konsert. Vit seta upp stólar til áhoyrarar.
Tit melda tykkum til konsertirnar við at velja ynskta stað, dag og tíðspunkt her á síðuni. Vit hava ásett 1/2 tíma til hvørja konsert, men ynskja tit at framføra longur enn 1/2 tíma, ella ymsar dagar, eru tit vælkomin at gera fleiri tilmeldingar.
Alla vikuna fara vit at gera Gjónna til eina kafé, soleiðis at eisini hugni og felagsskapur er partur av musikkskúlafestivalinum.