Starvsvenjing og nýggjur tónleikur í Tórshavnar Musikkskúla
Í farnu viku vóru 5 starvsnæmingar frá Det Jyske Musikkonservatorium í starvsvenjing í Tórshavnar Musikkskúla.
Eisini luttóku teir í verkstovuarbeiði saman við næmingum á framleiðsludeildini. Har vórðu fleiri nýggj løg gjørd og framleidd.
Starvsnæmingarnir undirvístu eisini í skúlanum og fingu góðan kunnleika til arbeiðið í einum føroyskum musikkskúla.
Kristoffer Mørkøre, lærari á framleiðsludeildini, samskipaði vitjanina og skipaði fyri innihaldinum.
Talan var um eitt sera væleydnað samstarv millum Det Jyske Musikkonservatorium og Tórshavnar Musikkskúla.
Myndirnar vísa arbeiðið í verkstovunum og góða samstarvið millum luttakararnar.