Luttakarar syrgja sjálvir fyri gisting og møguligari ferðing í sambandi við kappingina.
Í sambandi við Stella Polaris-kappingina tilskilar Tórshavnar Musikkskúli sær rætt til at miðla myndir frá kappingini á miðlapallum skúlans, herundir heimasíðuni hjá Tórshavnar Musikkskúla, Facebook og Instagram.
Um ein luttakari, sum er 18 ár ella eldri, ikki ynskir, at myndir verða almannakunngjørdar, ella um foreldur/verji ikki ynskir, at myndir av einum luttakara undir 18 ár verða almannakunngjørdar, skal boð gevast Tórshavnar Musikkskúla á musikkskulin@torshavn.fo í seinasta lagi 24. februar 2027
Fyriskiparin hevur rætt til at gera upptøkur av framførslunum til nýtslu í útvarpi ella sjónvarpi uttan gjald til luttakararnar.
Fyriskipari av kappingini er Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býráðs.
Avgreiðsluskrivstova er Tórshavnar Musikkskúli, Landavegur 84, Tórshavn.
Samskipari er:
Kristina Thede Johansen
Telefon: +298 916099
Teldupostur: kristinathedejohansen@gmail.com