Skip to main content Skip to footer

Vit fegnast um at bjóða tykkum til Musikkskúlakonsertina 2024, har bólkar, orkestur, kór og onnur tónleikasamanspæl hava møguleikan at seta punktum fyri skúlaárið.

Musikkskúlakonsertin 2024

Musikkskúlakonsertin 2024 verður hildin fríggjadagin 31. mai í Tórshavnar Musikkskúla.

Trýst á myndina til høgru fyri at síggja skránna. 

Musikkskúlakonsertin 2024 bjóðar ein dag við konsertum, har bólkar, kór og orkestur úr Tórshavnar Musikkskúla fáa møguleikan at framføra. Konsertirnar verða í Hátúni og í Gjónni. 

Vónandi verður dagurin hugnaligur og gevandi fyri øll.

Góðan festival!