Næmingagjøld
Gjaldið fyri ljóðførisundirvísing og einsang er 2.500 kr. fyri eitt skúlaár. Í gjaldinum eru lán av ljóðføri og vanligt tilfar til undirvísingina, so sum bløð, streingir, olja og harpiks, viðroknað.
Gjald og fakturering
Faktura við gjaldstreytum verður send umvegis teldupost eftir skúlaársbyrjan. Næmingar, sum melda til eftir skúlaársbyrjan, fáa faktura sendan eftir tilmelding.
Um gjaldið ikki verður goldið innan ásettu freistina, verða áminningar og síðani rykkjarar sendir út eftir vanligum mannagongdum. Verður gjaldið framvegis ikki goldið, verður næmingurin útskrivaður úr skúlanum.
Um næmingurin gevst í skúlaárinum, verður næmingagjaldið ikki endurrindað.
| Tilboð | Verandi | Frá august 2026 | Frá august 2027 |
| Ljóðførisundirvísing og einsangur | 2.250 kr. | 2.500 kr. | 2.500 kr. |
| Víðkað skeið | 2.250 kr. | 2.500 kr. | 3.000 kr. |
| Musikkskúlamiðnám og PO | 2.400 kr. | 3.000 kr. | 4.000 kr. |
| Litir í Leiki | 5.000 kr. | 5.000 kr. | 5.000 kr. |
| Ljóð í Leiki | 5.000 kr. | 5.000 kr. | 5.000 kr. |
| Barna- og ungdómskór | 1.000 kr. | 1.250 kr. | 1.250 kr. |
| Musikkspælistova | 1.000 kr. | 1.250 kr. | 1.250 kr. |
Systkinaavsláttur
Um fleiri systkin ganga í Tórshavnar Musikkskúla, rindar fyrsta barnið fult næmingagjald, meðan onnur systkin fáa 50 % avslátt av gjaldinum fyri einstaklingaundirvísing. Systkinaavslátturin er ikki galdandi fyri næmingar, ið eru 18 ár og eldri.
Fríplássskipan
Tórshavnar kommuna hevur eina fríplássskipan fyri børn og ung, sum hava fingið tilboð um pláss í Tórshavnar Musikkskúla.
Søkjast kann um fult frípláss til børn og ung undir 18 ár.
Meira kunning um fríplássskipanina, treytirnar og hvussu søkt verður, er á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.