Skip to main content Skip to footer

Tónleikaástøði & hoyrilæra

Her lærir tú at skilja, hvussu tónleikur hongur saman. Tú lærir at hoyra og lesa tónar, skilja takt og samljóð, og brúka tað, tú lærir, tá tú spælir ella syngur. Tað ger tónleikin bæði lættari og stuttligari.

Tónleikaástøði & hoyrilæra - Framkomin

👉 Bert fyri verandi næmingar í Tórshavnar Musikkskúla.

Hetta tilboðið er til tín, sum longu hevur eina holla vitan í tónleikaástøði og hoyrilæru.

Vit arbeiða m.a. við hesum:

  • ljómfrøði (harmonilæru): modulatiónir, at seta tónleik út í klassiskum stíli fyri kór, og at fáa betri fatan av lækkaðum samljóðum (forminskaðum akkordum), umframt samljóðum í jazz- og popptónleiki.

  • at avgera øll samljóð við hoyrnini upp til ein tíggjund.

  • at hoyra mun á dur- og moll-samljóðum, víðkaðum og minkaðum samljóðum (akkordum), og at skriva hesi við nótum.

  • at kenna heiti á øllum tónleikaskeiðum frá barokkini til modernismuna, og at kenna nøvnini á fleiri tónasmiðum og verkum úr hvørjum skeiði.

  • at syngja lættari, men longri tonal løg frá blaðnum (við trí-, fjórðings-, fimt- og áttinda lopum).

  • at duga kvintringina og at staðfesta øll tónasløg við øllum forteknum.

  • at kenna øll vanlig taktsløg, t.d. 3/4, 6/8, umframt ólíkar taktir.

  • at hoyra, hvør tóni liggur ovast í einum tónabili, ið fevnir um sjey fet (septimakkord).

  • at skilja merkingar sum dolce, espressivo og cantabile.

Harumframt arbeiða vit við ymiskum kadensum og at kenna tær aftur í nótum, við at syngja tólvtónarekkjur og við at skilja samljóð í jazzi.