Skip to main content Skip to footer

Tónleikaástøði & hoyrilæra

Her lærir tú at skilja, hvussu tónleikur hongur saman. Tú lærir at hoyra og lesa tónar, skilja takt og samljóð, og brúka tað, tú lærir, tá tú spælir ella syngur. Tað ger tónleikin bæði lættari og stuttligari.

Tónleikaástøði & hoyrilæra - Byrjanarstøði

👉 “Bert fyri verandi næmingar í Tórshavnar Musikkskúla.”


Í byrjanarstøði fáa næmingar sína fyrstu tilgongd til tey grundleggjandi byggiklossarnar í tónleiki – bæði í ljóði og skrift. Vit arbeiða m.a. við hesum:

  • at áseta øll tónabil (interval) í nótamyndini upp til ein fimt (kvint)

  • at kenna heiti á øllum tónabilum upp til ein áttind (oktav)

  • at hoyra mun á dur og moll

  • at hoyra mun á tónabilum sum stór/lítil tvíund (sekund) og tríund (terts)

  • at syngja eitt stutt lag aftur, eftir at tað er spælt á klaveri

  • at klappa eftir lættari rútmum

  • at hoyra mun á trífjórðings- og fýrafjórðingstakti

  • at skilja merkingar sum p, pp, ppp, mf, f, ff, fff, cresc. og dim.

Umframt tosa vit um tíðarskeið í tónleiki, orkestur og bólkar, og lurta eftir ymiskum tónleikadømum.