Skip to main content Skip to footer

Tónleikaástøði & hoyrilæra

Tónleikaástøði & hoyrilæra - Byrjanarstøði

Tónleikaástøði og hoyrilæra - Byrjanarstøði 

Aldursmark: 10 ár. 

Her fáa næmingar sína fyrstu tilgongd til fyrstu byggiklossarnar í tónleiki, bæði í ljóð og skrift. Vit arbeiða við at duga fylgjandi:

  • at áseta øll tónabil (interval) í nótamyndini til ein fimt (ein kvint).
  • at kenna øll heiti fyri tónabil (interval) til ein áttind (eina oktav).
  • at hoyra mun á dur og moll.
  • at hoyra mun á tónabilum sum stórari og lítlari tvíund (sekund) og tríund (terts).
  • at syngja eftir eitt stutt lag eftir at tað er spælt á klaveri.
  • at klappa eftir lættari rútmum.
  • at hoyra mun á trífjórðings og fýrafjórðings takt.
  • at skilja merkingar so sum p, pp, ppp, mf, f, ff, fff, cresc., og dim.
 Umframt tosa vit um tíðarskeið í tónleiki, og orkestur/bólkar og lurta eftir tónleikadømum.