Skip to main content Skip to footer

Tónleikaástøði & hoyrilæra

Her lærir tú at skilja, hvussu tónleikur hongur saman. Tú lærir at hoyra og lesa tónar, skilja takt og samljóð, og brúka tað, tú lærir, tá tú spælir ella syngur. Tað ger tónleikin bæði lættari og stuttligari.

Tónleikaástøði & hoyrilæra - Miðstøði

👉 Bert fyri verandi næmingar í Tórshavnar Musikkskúla.

Á miðstøði nema vit við nógv ymist í tónleiki. Vit arbeiða bæði við teori og hoyrilæru – tónabilum (interval), samljóðum (harmonilæru), jazz- og latínskum rútmum, klassiskum blaðsangi – og vit kanna eisini gjøllari eldri og nýggjari tónaskøld. Harumframt hyggja vit at, hvussu eitt orkestur er bygt upp.

Vit arbeiða m.a. við hesum:

  • at hoyra øll tónabil upp til ein fimt.

  • at kenna tónastig í dur og moll.

  • at hoyra mun á dur- og moll-samljóðum.

  • at kenna heiti og raðfylgju á tónleikaskeiðum frá renesansuni til modernismuna.

  • at kenna nøvnini á fleiri tónasmiðum og seta teir í rætt tónleikaskeið.

  • at læra kvintringina.

  • at kenna ferðásetingar sum adagio, andante, allegro, vivace og ritardando, og hugtøk sum legato og staccato.

  • at endurgeva rútmu- og lagagongd.

  • at áseta tónaslag við tveimum forteknum.

  • at áseta tónabil (interval) upp til eina áttund (oktav).

Harumframt:

  • arbeiða vit við at áseta tónasløg upp til seks fortekin,

  • kenna øll ljóðførini í einum symfoniorkestri,

  • hoyra tónabil upp til ein tíggjund,

  • og byrja at arbeiða við funktionsteori (T, S, D, Tp, Sp, Dp, bidominantar og vekslidominantar).