Aurora - úrvalskór
Aurora er eitt úrvalskór fyri víðarikomin. Fyri at sleppa í kórið krevst ein lítil upptøkuroynd. Aldursbólkur er 14 ár og eldri, tó kunnu yngri sangarar í ávísum føri gerast partur av kórinum. Kórið venur mikudagar kl. 16-17, og kórleiðarar eru Edith Dahl Jakobsen og Katrin á Borg Johannesen.