Skip to main content Skip to footer

Klaverspælistova

Klaverspælistova

Frálæra
Frálæran í klaverspælistovu er bólkafrálæra fyri børn í 2. flokki í Tórshavnar Kommunu
  • Frálæran er í 60 minuttir um vikuna. 
  • Klaverspælistovan er fyri eitt heilt skúlaár.
  • Pláss er fyri 6 næmingum í hvørjari stovu.
Eftir eitt ár verður støða tikin til, um næmingurin kann halda áfram við einkultundirvísing í klaveri útfrá hesum parametrum:
  • Uppmøting
  • Ágrýtni
  • Arbeiðslag 
  • Hegni
Í mun til hegni verður næmingurin mettur út frá námsætlan fyri klaverspælistovur, sum áseta, hvat næmingurin, eftir eitt ár í klaverspælistovu, skal duga;
  • G og F lykil. 
  • eitt # og eitt b. 
  • sangir, sum eru tvíiræddaðir. 
  • at hoyra mun á dur og moll 
  • at spæla akkordirnar: C dur og C moll, D dur og moll, E dug og moll, F dur og moll, G dur og moll, A dur og moll, alt í grundstøðu. 
  • at halda javnan puls. 
  • at spæla legato og staccato, forte og piano

Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at spæla næmingakonsertir - í byrjanini smá tónleikstykkir og lættar sangir, seinni størri verk.

Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið.

Heim og Skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í.s.v. støðumetið um várið.

Aldur
Klaverspælistova er fyri børn í 2. flokki í Tórshavnar Kommunu, sum standa á bíðilista til klaverfrálæru.

Lán av ljóðføri / útgerð
Næmingurin skal sjálvur útvega sær ljóðføri at spæla á heima.

Prísur og reglugerð
Leinkja til kunning um kostnað og reglugerð (uppmøting, avboð, sjúka, farloyvi etc.)