Skip to the content

Prísir

Gjaldið er í løtuni kr. 2250,- fyri eitt skúlaár, her íroknað lán av ljóðføri. Eisini er brúk av bløðum, streingir, olja, harpiks o.a. sum skal til fyri at spæla ljóðføri, við í gjaldinum.

Fakturi við gjaldstreytum o.ø tilskilað verður sendur út umvegis teldupost eftir skúlaársbyrjan. Næmingar, ið melda til í skúlaárinum, fáa faktura við gjaldstreytum o.ø tilskilað sendandi við telduposti eftir byrjan. Síðani verður áminning send út annan hvønn dag 5 ferð. Eftir hetta fara rykkjarar út eftir vanligum mannagongdum.

Um gjaldið ikki verður goldið innan ásettu freistina, verður næmingurin útskrivaður frá skúlanum og fráboðan send um tað.

Stk. 2. Um næmingurin gevst í skúlaárinum, verður tilmeldingargjaldið ikki endurrindað.

Stk. 3. Um fleiri systkin ganga í skúlanum, rindar fyrsta barnið fult tilmeldingargjald og onnur systkin einans 50 % av tilmeldingargjaldinum, tó bert tá gingið verður til einstaklinga undirvísing. Hetta er tó ikki galdandi fyri systkin, ið eru 18 ár og eldri.

Árligi kostnaðurin fyri ljóðførisundirvísing er kr. 2250,-

Árligi kostnaðurin fyri barna- og ungdómskór er kr. 1000.- (næmingar, sum ganga til einsang gjalda ikki fyri barna- og ungdómskór)

Árligi kostnaðurin fyri Musikkskúla Miðnám og PO er kr. 2.400.-

Árligi kostnaðurin fyri undanskeið til Musikkskúla Miðnám er kr. 1000.-

Árligi kostnaðurin fyri Litir í Leiki er kr. 5.000.-

Árligi kostnaðurin fyri Ljóð í Leiki er kr. 5.000.-

Kostnaðurin fyri musikkspælistovur og klaverspælistovur er kr. 600.-

Kostnaðurin fyri tónleikaástøði og hoyrilæru er kr. 250,-