Skip to main content Skip to footer

Frálæra í ljóðføri og sangi

Messing í Kollafirði

Messing í Kollafirði er eitt samstarv millum Tórshavnar Musikkskúla og Kollafjarðar Skúla, har næmingar í 3. flokki fáa møguleika at læra at spæla messingljóðføri – kornett, bariton og trombone.

Undirvíst verður í smáum bólkum, í skúlatíð, mánadagar fyrrapart. Frálæran leggur dent á spæligleði, grundleggjandi førleikar og samanspæl. 

Allir næmingar fáa ljóðføri og nótar frá musikkskúlanum.

Tá næmingarnir eru klárir, sleppa teir at spæla saman í einum felags messingbólki. 
Umframt eru framførslur og samanspæl ein týðandi partur av undirvísingini.

Ert tú næmingur í 3. flokki í Kollafjarðar skúla og hevur hug at vera við? Trýst á knøttin niðanfyri og melda til.