Violin
Frálæra
Frálæran í violin er skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna.
Frálæran tekur støði í violinini sum solo-ljóðføri og er skipað eftir eini námsætlan við innbygdum menningarstigum.
Frálæran verður løgd til rættis eftir aldri, menning og tørvi hjá næminginum.
Í violinfrálæruni verða ymiskir frálæruhættir brúktir. Hættirnir verða nýttir hvør sær ella í samanseting, alt eftir hvat hóskar best fyri einstaka næmingin.
Vanlig violinfrálæra
Vanlig violinfrálæra byggir á nótalestur, tøkni og arbeiði við tónleiki frá byrjan. Dentur verður lagdur á at menna eitt gott grundarlag á ljóðførinum.
Suzuki
Suzuki-frálæra er skipað sum bæði einstaklinga- og samanspælsfrálæra frá fyrsta degi. Eitt foreldur er við til bæði einatímar og samanspæl og virkar sum stuðul heima.
Suzuki-frálæran byggir á violinfrálæru og námsfrøði eftir japanska Shinichi Suzuki og leggur dent á at læra við oyra, endurtøku og samanspæli.
Color Strings
Color Strings er ein frálæruháttur fyri byrjarar á strúkiljóðførum. Í frálæruni verða litir brúktir til at gera tað lættari at skilja tónar og streingir.
Hvør strongur hevur sín egna lit, og nótar verða ofta vístir í samsvarandi litum.
Frálæran leggur dent á oyra, sang, rørslu og spæli. Color Strings er serliga væl egnað til yngru næmingar og verður ofta brúktur saman við samanspæli.
Nótar
Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum. Í summum frálæruhættum verður byrjað uttan nótar, og notalestur verður lagt afturat seinni.
Samanspæl
Samanspæl er ein týdningarmikil partur av violinfrálæruni. So skjótt sum tað ber til, verður næmingurin settur í hóskandi samanspæl.
Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini hjá næminginum er at framføra, bæði í samanspælsbólkum, orkestrum og sum einstaklingur.
Skipað verður fyri næmingakonsertum fleiri ferðir árliga.
Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri lærarum og fær eitt støðumet.
Støðumet er vanliga um várið.
Heim og Skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum.
Umframt gerandisligt samskifti millum lærara og foreldur eru eisini skipaðar foreldraviðtalur.
Aldur
Til ber at byrja at spæla violin frá umleið 5 ára aldur.
Prísir og reglugerð