Tónleikaástøði & hoyrilæra - Byrjanarstøði
👉 “Bert fyri verandi næmingar í Tórshavnar Musikkskúla.”
Í byrjanarstøði fáa næmingar sína fyrstu tilgongd til tey grundleggjandi byggiklossarnar í tónleiki – bæði í ljóði og skrift. Vit arbeiða m.a. við hesum:
- at áseta øll tónabil (interval) í nótamyndini upp til ein fimt (kvint) 
- at kenna heiti á øllum tónabilum upp til ein áttind (oktav) 
- at hoyra mun á dur og moll 
- at hoyra mun á tónabilum sum stór/lítil tvíund (sekund) og tríund (terts) 
- at syngja eitt stutt lag aftur, eftir at tað er spælt á klaveri 
- at klappa eftir lættari rútmum 
- at hoyra mun á trífjórðings- og fýrafjórðingstakti 
- at skilja merkingar sum p, pp, ppp, mf, f, ff, fff, cresc. og dim. 
Umframt tosa vit um tíðarskeið í tónleiki, orkestur og bólkar, og lurta eftir ymiskum tónleikadømum.
