Skip to main content Skip to footer

Dátuvernd í sambandi við tilmelding til Tórshavnar Musikkskúla

Tórshavnar Kommuna tekur dátutrygd og verju av tínum persónupplýsingum í størsta álvara. Ikki einans við at tryggja okkara kt-skipanir, men eisini við, at okkara starvsfólk í dagliga yrki sínum eru kunnandi og tilvitað um, hvussu vit handfara persónupplýsingar sambært galdandi lógávu. Í Tórshavnar Kommunu víðgera vit tær persónupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at loysa okkara uppgávur.

Tórshavnar Kommuna er dátuábyrgdari. Tað er okkara ábyrgd, at tú trygt kanst lata tínar persónupplýsingar til okkum.
Á leinkjuni niðast undir “Persónupplýsingarpolitikkur hjá Tórshavnar Kommunu” sært tú, hvussu tú samskiftir við okkum, um tú hevur spurningar viðvíkjandi persónupplýsingum, um dátutrygd ella fært illgruna um møguligt trygdarbrot.

Tórshavnar Musikkskúli (TM) er stovnur undir Tórshavnar Kommunu. Musikkskúlin viðger persónupplýsingar um teg fyri at loysa fyrisitingarligu uppgávur í sambandi við tína musikkskúla tilmelding og so leingi tú ert næmingur á TM. Musikkskúlin savnar bert upplýsingar, ið eru neyðugar fyri at viðgera tína tilmelding á nøktandi hátt og fyri at kunna halda avtaluna, sum verður gjørd við teg í sambandi við tilmelding. 

Tá tú meldar til skipanina hjá Tórshavnar Musikkskúla, letur tú okkum tær persóndátur, vit hava tørv á fyri at veita tær rætta og nøktandi tænastu.

Umframt dátur, ið verða latnar við tilmelding, verða eisini neyðugar upplýsingar skrásettar og viðgjørdar, meðan tú ert næmingur á skúlanum.

Lærararnir nýta ávísar persónupplýsingar hjá tær í sambandi við frálæruna. Vanliga er talan um navn, aldur, telefonnummar og teldupostadressu, sum lærarin nýtir til samskifti við teg. Hesar upplýsingar eru tøk­ar fyri lærarar gjøgnum innanhýsis skipanina hjá musikkskúlanum (SpeedAdmin).

Um persónupplýsingar hjá tær eru partur av einum máli, kunnu tær verða latnar triðjaparti. Hetta kann vera til innanhýsis ráðgevar ella í sambandi við alment innlitsmál. Í slíkum førum verður altíð gjørd ein meting frá máli til mál sambært galdandi lóg­gávu um innlit. Í serligum førum kunnu upplýsingar eisini verða brúktar, tá grannskoðanin kannar roknskaparlig viðurskifti.



Tórshavnar Musikkskúli savnar bert neyðugar persónupplýsingar og goymir tær, til endamálið við viðgerðini er rokkið. Hvussu leingi vit goyma upplýsingarnar, veldst um slagið av upplýsingum.

Í summum førum skulu vit goyma tær fyri at skjal­festa fyrisitingarligt arbeiði og málsviðgerð. Um talan er um upplýsingar, sum eru partur av einum máli, verða tær goymdar í journalskipanini hjá Tórshavnar Musikkskúla í Tórshavnar Kommunu og síðan avhend­aðar Tjóðskjalasavninum sambært avhendingaravtalu og lóg um skjalasøvn. Um talan er um skjøl, sum skulu goymast sum bókhaldsskjal, verða tey goymd sambært ásetingunum í bókhaldslógini.

Tú hevur altíð rætt til at vita hvaðani og hvørjar upplýsingar, vit innsavna og skráseta um teg. Metir tú, at onkrar upplýsingar, sum vit hava innsavnað og skrásett, eru skeivar, hevur tú rætt at fáa hesar rættaðar.

Tú hevur eisini rætt til at fáa upplýsingar strikaðar. Hesin rættur er tó ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala ella annað endamál gevur Tórshavnar Musikkskúla rætt til at varðveita og viðgera hesar upplýsingar. Ynskir tú at nýta tíni rættindi í sambandi við persónupplýsingar, skalt tú skriva til torshavn@torshavn.fo.

Tú kanst lesa meira um, hvørji rættindi tú hevur við at nýta leinkjuna undir “Persónupplýsingarpolitikkur fyri Tórshavnar Kommunu” niðanfyri.

Tú kanst lesa meira um persónupplýsingarpolitikkin hjá Tórshavnar Kommunu, og tíni rættindi við at brúka hesa leinkjuna.