UVT Filter
Fagott
Frálæra
Frálæran í fagott er skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í fagottini sum solo-ljóðføri og er samskipað eftir eini námsætlan, sum hevur innbygd menningarstig.
Nótar
Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum.Samanspæl
So skjótt sum tað ber til, verður næmingurin settur í hóskandi samanspæl. Orkesturvenjing er 60 min. um vikuna.
Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra solo ella í samanspælsbólkum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað veldst um næmingin og menningarstøðið.
Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið.
Heim og skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í sambandi við støðumetið um várið.
Aldur
Til ber at læra fagott um 10-12 ára aldur.
Lán av ljóðføri
Til ber at lána fagott frá skúlanum (fyrivarni verður tikið fyri, at ljóðføri er tøkt)
Prísir og reglur
Kanna røddina í fagottini
Fagottin kann spæla djúpt og heitt og fara høgt upp við ljósum tónum. Tú kanst lata hana bera eina stilla melodi ella spæla skjótt og livandi.
Í bólkum og orkestrum kanst tú bæði leggja botn undir tónleikin og lata tína rødd koma fram. Tú lærir at lurta og finna saman við hinum.
Lurta eftir skiftinum millum djúpu og ljósu tónarnar.
