UVT Filter
El-bassur
Frálæra
Frálæran í el-bass er skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í bassinum sum solo-ljóðføri og er samskipað eftir eini námsætlan, sum hevur innbygd menningarstig.
Nótar
Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum.Samanspæl
Fyri bassleikaran er samanspæl sera týdningarmikið. So skjótt sum til ber, verður næmingurin settur í samanspæl.
Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra solo ella í samanspælsbólkum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað veldst um næmingin og menningarstøðið.
Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið.
Heim og skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í sambandi við støðumetið um várið.
Aldur
Til ber at byrja at spæla el-bass um 9-10 ára aldur.
Prísir og reglur
Finn drívið við bassinum
El-bassurin bindur tónar og rútmu saman. Við fingrum ella plektri kanst tú spæla eitt stillført fylgispæl, eina livandi bassgongd ella eina melodi.
Saman við trummunum ert tú við til at geva bólkinum drív. Tú lærir at lurta, finna felags rútmuna og lata bassinum geva lagnum fyllu.
Lurta eftir, hvussu bassurin bæði skapar rútmu og spælir melodiskar tónar.
