UVT Filter
Violinfrálæra í Nólsoy
Tórshavnar Musikkskúli bjóðar tónleikafrálæru í Nólsoy, har næmingar í skúlanum og tey elstu børnini í barnagarðinum fáa tilboð um at spæla violin. Talan er um einstaklingafrálæru og samanspæl. Umframt eru konsertir partur av tilboðnum
Allir næmingar fáa ljóðføri og nótar frá musikkskúlanum. Kostnaðurin fyri eitt heilt skúlaár er kr. 2.250.
Tað verður Angelika Hansen sum er lærari, og undirvísingin verður mánadag fyrrapart.
Ert tú næmingur í Nólsoyar skúla, ella ert tú í elsta árgangi í barnagarðinum, og hevur hug at spæla violin, trýst á knøttin “melda til”
Gev tónunum lív við boganum
Violinan kann ljóða mjúkt og inniliga, skjótt og sprækið. Við boganum formar tú tónarnar; við fingrunum kanst tú eisini knipsa eina rútmu fram.
Í samanspæli kanst tú bæði bera melodina og svara hinum ljóðførunum. Tú lærir at lurta og finna eitt felags ljóð.
Lurta eftir, hvussu violin og sello skiftast um at bera melodina.
