UVT Filter
Messing í Kollafirði
Messing í Kollafirði er eitt samstarv millum Tórshavnar Musikkskúla og Kollafjarðar Skúla, har næmingar í 3. flokki fáa møguleika at læra at spæla messingljóðføri – kornett, bariton og trombone.
Undirvíst verður í smáum bólkum, í skúlatíð, mánadagar fyrrapart. Frálæran leggur dent á spæligleði, grundleggjandi førleikar og samanspæl.
Allir næmingar fáa ljóðføri og nótar frá musikkskúlanum.
Tá næmingarnir eru klárir, sleppa teir at spæla saman í einum felags messingbólki.
Umframt eru framførslur og samanspæl ein týðandi partur av undirvísingini.
Finn saman í messingklanginum
Kornett, bariton og trombon hava hvør sítt ljóð. Tú kanst kanna, hvussu luft og varrar geva ljóðførinum lív, og hvussu tónarnir broytast við ventilum ella trekki.
Tá tit spæla saman, verður tín rødd partur av einum størri ljóði. Tit læra at lurta, finna felags rútmuna og geva hvørjum øðrum pláss.
Hygg eftir trekknum og hoyr, hvussu trombonin skiftir millum tónarnar.
