Skip to main content Skip to footer

UVT Filter

Sangskriving - einstaklingur

Hevur tú hug at skriva tínar egnu sangir? Í sangskriving fært tú einstaklingafrálæru, sum tekur støði í tínum førleikum, hugskotum og tónleikaligu áhugamálum.

Hvat arbeiða vit við?

Tú arbeiðir við teksti, lagi, huglagi og úttrykki. Saman við læraranum lurtar tú eftir tónleiki og kannar, hvussu sangir eru bygdir upp. Tú roynir ymiskar hættir at skriva, útseta og framleiða tónleik.

Arbeiðið við at skriva, spæla inn og framføra sangir hongur saman. Tú fært tí høvi at menna bæði tínar sangir og títt egna tónleikaliga úttrykk.

Fortreytir

Tað týdningarmesta er, at tú hevur áhuga og hug at arbeiða við egnum sangum.

Heim og skúli

Gott samskifti millum næming, lærara og foreldur stuðlar undir menningina. Vit tosa um arbeiðið og framstigini í undirvísingini og í foreldraviðtalum.

Prísir og reglur

Les um næmingagjøld og skilhaldsreglur.