Skip to main content Skip to footer

UVT Filter

Sangskriving

Sangskriving byrjanarstøði

Fríggjadag kl. 14.00 - 15.30
 
Hendan frálæra er til tín, ið ynskir at læra at skriva sangir og mennast innan skapandi tónleik.

Hvat fevnir frálæran um?
Frálæran er skipað sum bólkafrálæra í 90 minuttir um vikuna.
Vit skriva sangir, bæði hvør sær og saman. Vit lurta, greina og tulka tónleik, ið kann geva okkum íblástur, innlit og betra okkum um ástøðið at skriva sjálvi og saman. Vit seta okkum inn í kompositións og framleiðsluháttir umframt og vit taka støði í førleikunum hjá næmingunum. Vit hyggja nærri eftir teksti, huglagi, úttrykki, teknikki, framførslu og øðrum, ið kann ávirka samlaða úrslitið.
 
Eru nøkur krøv ella nakrar fortreytir til næmingin? 
Krøv til næmingin eru áhugi og ágrýtni.

Hvat væntast, at næmingurin dugir eftir eitt ár? 
Eftir eitt ár hevur næmingurin ment seg og lagt lunnar undir víðari menning innan sangskriving. Næmingurin hevur skrivað ella verið við til at skrivað sangir umframt at næmingurin hevur innspælt og/ella framført sangirnar. Sangskriving, framførsla, útseting og framleiðsla er ikki altíð hvør sítt, og tí kann næmingurin vænta sær eina breiða vitan innan eitt vítt og spennandi økið, sum er at skapa tónleik.
 
Heim og Skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í.s.v. støðumetið um várið.
 
Aldur
Byrjunaraldur er um 12 ár.
 
Prísur og reglugerð
Leinkja til kunning um kostnað og reglugerð (uppmøting, avboð, sjúka, farloyvi etc.)

Sangskriving millumstøði

Fríggjadag kl. 15.30 - 17.00

Hendan frálæra er til tín, ið ynskir at læra at skriva sangir og mennast enn meira innan skapandi tónleik.

Hvat fevnir frálæran um?
Frálæran er skipað sum bólkafrálæra í 90 minuttir um vikuna.
Vit skriva sangir, bæði hvør sær og saman. Vit lurta, greina og tulka tónleik, ið kann geva okkum íblástur, innlit og betra okkum um ástøðið at skriva sjálvi og saman. Vit seta okkum inn í kompositións og framleiðsluháttir umframt og vit taka støði í førleikunum hjá næmingunum. Vit hyggja nærri eftir teksti, huglagi, úttrykki, teknikki, framførslu og øðrum, ið kann ávirka samlaða úrslitið.

Eru nøkur krøv ella nakrar fortreytir til næmingin? 
Krøv til næmingin eru áhugi og ágrýtni. 
 
Hvat væntast, at næmingurin dugir eftir eitt ár? 
Eftir eitt ár hevur næmingurin ment seg og lagt lunnar undir víðari menning innan sangskriving. Næmingurin hevur skrivað ella verið við til at skrivað sangir umframt at næmingurin hevur innspælt og/ella framført sangirnar. Sangskriving, framførsla, útseting og framleiðsla er ikki altíð hvør sítt, og tí kann næmingurin vænta sær eina breiða vitan innan eitt vítt og spennandi økið, sum er at skapa tónleik.
 
Heim og Skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í.s.v. støðumetið um várið.
 
Aldur
Byrjunaraldur er um 14 ár.