UVT Filter
Tónleikaástøði & hoyrilæra - Framkomin
👉 Bert fyri verandi næmingar í Tórshavnar Musikkskúla.
Hetta tilboðið er til tín, sum longu hevur eina holla vitan í tónleikaástøði og hoyrilæru.
Vit arbeiða m.a. við hesum:
ljómfrøði (harmonilæru): modulatiónir, at seta tónleik út í klassiskum stíli fyri kór, og at fáa betri fatan av lækkaðum samljóðum (forminskaðum akkordum), umframt samljóðum í jazz- og popptónleiki.
at avgera øll samljóð við hoyrnini upp til ein tíggjund.
at hoyra mun á dur- og moll-samljóðum, víðkaðum og minkaðum samljóðum (akkordum), og at skriva hesi við nótum.
at kenna heiti á øllum tónleikaskeiðum frá barokkini til modernismuna, og at kenna nøvnini á fleiri tónasmiðum og verkum úr hvørjum skeiði.
at syngja lættari, men longri tonal løg frá blaðnum (við trí-, fjórðings-, fimt- og áttinda lopum).
at duga kvintringina og at staðfesta øll tónasløg við øllum forteknum.
at kenna øll vanlig taktsløg, t.d. 3/4, 6/8, umframt ólíkar taktir.
at hoyra, hvør tóni liggur ovast í einum tónabili, ið fevnir um sjey fet (septimakkord).
at skilja merkingar sum dolce, espressivo og cantabile.
Harumframt arbeiða vit við ymiskum kadensum og at kenna tær aftur í nótum, við at syngja tólvtónarekkjur og við at skilja samljóð í jazzi.
