Skip to main content Skip to footer

UVT Filter

Einsangur

Frálæra
Frálæran í sangi er einstaklingafrálæra. Undirvíst verður í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í røddini sum solo-ljóðføri og fylgir einari námsæltan við tilhoyrandi menningarstigum, ið taka næmingin frá byrjanarstøði og fram í tann mun, næmingurin mennir seg. Frálæran verður lagað eftir røddini hjá tí einstaka næminginum, so at sangarin fær nøktandi amboð at fáa tað besta burturúr røddini á ein sunnan hátt.
Sum næmingur fært tú eisini frálæru í at handfara eina sangmikrofon. At duga nótar er ikki ein treyt, men tað er tó ein fyrimunur og ger tað lættari at venja heima.

Nótar
Næmingurin fær nótar o.a. útvegað frá læraranum/skúlanum.

Kór & samanspæl
Fyri ein sangara er tað sera gevandi at vera partur av samanspæli, ella einum kóri. Ofta verður sagt, at ein solosangari gerst ein betri sangari við at syngja í kóri, eins og ein kórsangari gerst ein betri sangari við at fáa einstaklingafrálæru. Á musikkskúlanum eru heili 6 kór fyri ymiskar aldursbólkar, og næmingurin kann velja at gerast partur av einum kóri uttan eyka kostnað. Á hvørjum ári verða eisini samanspælsbólkar við ymiskum ljóðførum gjørdir, og kunnu sangarar eisini gerast partur av hesum.

Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini hjá næminginum er at framføra solo ella í samanspælsbólkum/kórum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað veldst um næmingin og menningarstøðið og ikki minst hugin hjá næminginum at framføra fyri fólki.

Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið liggur vanliga um várið. 

Heim og skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla hevur stóran týdning fyri menningina hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein viðtala fyri hvønn einstakling í.s.v. støðumetið um várið.

Aldur
Til ber at byrja at syngja um 7 ára aldur.

Prísur og reglugerð
Leinkja til kunning um kostnað og reglugerð (uppmøting, avboð, sjúka, farloyvi etc.)