Skip to main content Skip to footer

UVT Filter

Miðnám - tónleikaframleiðsla

Endamál
Endamálið við tónleikaframleiðslu er at menna førleikan hjá næminginum innan framleiðslu av tónleiki. Tónleikaframleiðsla er kann skiljast sundur í fleiri umfør, sum samlað eru tónleikaframleiðsla.
  1. Sangskriving
  2. Útseting
  3. Upptøkur
  4. Viðgerð
  5. Miksing
  6. Mastering
Frálæra
Næmingsins musikalska tilvit, úttrykk og samansetingarliga (kompositoriska) avlop verður ment við at arbeiða við:  
  • kreativum tilgongdum
  • rútmiskum kompositiónum
  • lýrikki
  • miðling
  • verkætlanum
Frálæran í  tónleikaframleiðslu  er fyrst og fremst skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 90 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í eini námsætlan fyri sangskriving í Musikkskúla miðnámi.

Tilfar
Næmingurin fær tilfar frá læraranum / skúlanum og skal í ávísan mun fáa sær tilfar til ognar.

Prísur og reglugerð
Leinkja til kunning um kostnað og reglugerð (uppmøting, avboð, sjúka, farloyvi etc.)