UVT Filter
Bratsj
Frálæra
Frálæran í viola er skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í viola sum solo-ljóðføri og er samskipað eftir eini námsætlan, sum hevur innbygd menningarstig.
Nótar
Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum.Samanspæl
So skjótt sum tað ber til, verður næmingurin settur í hóskandi samanspæl. Orkesturvenjing er 60 min. um vikuna.
Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra solo ella í samanspælsbólkum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað veldst um næmingin og menningarstøðið. Men tá vit arbeiða og studera viola, so arbeiða vit eisini við henni sum solo-ljóðføri.
Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið.
Heim og skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í sambandi við støðumetið um várið.
Aldur
Til ber at byrja at spæla viola um 7 ára aldur.
Lán av ljóðføri
Til ber at lána viola frá skúlanum (fyrivarni verður tikið fyri, at ljóðføri er tøkt)
Prísir og reglur
Finn røddina í samanspælinum
Bratsjin hevur ein heitan klang, sum liggur djúpari enn violinin. Við boganum formar tú melodina; við fingrunum kanst tú eisini knipsa streingirnar.
Tú kanst bæði bera lagið og binda hinar røddirnar saman. Í samanspæli lærir tú at lurta, svara og finna eitt felags ljóð.
Lurta eftir, hvussu bratsjin og klaverið bera melodina saman.
