UVT Filter
Waldhorn (F-horn)
Frálæra
Frálæran í waldhorni er fyrst og fremst skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í eini námsætlan, sum hevur innbygd menningarstig.Nótar
Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum.Samanspæl
Fyri waldhornleikaran er samanspæl í orkestri eisini týdningarmikið. So skjótt sum til ber, verður næmingurin settur í samanspæl. Orkesturvenjing er 60 min. um vikuna.Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra bæði sum einstaklingur og í orkestrum og samanspælsbólkum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað veldst um næmingin og menningarstøðið.Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið.Heim og skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í sambandi við støðumetið um várið.Aldur
Til ber at byrja at spæla waldhorn um 8-9 ára aldur.Prísir og reglur
Forma tann heita hornklangin
Waldhornið kann ljóða mjúkt og fyldugt ella kraftmikið og bjart. Við luftini, varrunum og ventilunum kanst tú geva tónunum nógv ymisk úttrykk.
Tú kanst bera eina melodi og lata hornið finna saman við bæði strúkarum og blásarum. Í samanspæli lærir tú at lurta og skapa ein felags klang.
Lurta eftir, hvussu hornið letur melodina vaksa í styrki.
