Skip to main content Skip to footer

UVT Filter

Floyta

Frálæra

Frálæran í floytu er einstaklingafrálæra, kann tó vera í minni bólkum í byrjanini.
Dentur verður lagdur á, at læra um floytuna, t.d. at floytan er sett saman av trimum pørtum, og at man blæsir í floytuna á sama hátt sum man blæsir í eina fløsku. At ljóðið kemur fram, tá luftin rakar á hvassa kantin á munnplátuni og floytan fer at titra.
Undirvísingin er skipað sum vikulig undirvísing hjá faklærara í floytuspæli, hálvan tíma hvørja ferð.

Nótar

Spælt verður eftir nótum, og næmingar kunnu rokna við at keypa eina bók í hesum sambandi.

Samanspæl

Floytan verður brúkt í ymsum samanspæli. Tey fyrstu árini er samanspælið skipað saman við øðrum næmingum á blásiljóðførum, í blásiorkestri. Blásiorkestrini í Tórshavnar Musikkskúla venja mánadagar seinnapart. Orkesturspæl er partur av skúlagongdini ein tíma hvørja viku.

Konsertir o.a. virksemi

Konsertvirksemi er partur av at fáa frálæru í Tórshavnar Musikkskúla. Nógvar ymsar konsertir eru í einum skúlaári bæði einstaklingakonsertir og konsertir við bólkum/orkestri.
Næmingar fáa boð so hvørt konsertir eru.

Støðumet

Á hvørjum ári er støðumet, har næmingar spæla fyri lærara sínum og einum øðrum faklærara. Endamálið við støðumetinum er at vita, hvussu gongdin er, og at geva lærarum og næmingum høvið at tosa saman um undirvísingargongdina. Støðumetini eru vanliga um várið.

Heim og skúli

Við skúlaársbyrjan á hvørjum ári, verða næmingar og foreldur bjóðað til kunningarfund í musikskúlanum. Lærarar skipa hvør sær fyri felags foreldrafundi um heystið, hetta kann vera í smb við eina konsert.
Á vári, beint eftir støðumetini, verða foreldur boðin til foreldraviðtalu, við støði í gongdini, framtíðarætlanum osfr.

Aldur

Til ber at byrja at spæla floytu um 9 ára aldur. Í serligum føri t.d. í skúlaverkætlanum verður byrjað fyrr.

Lán av ljóðføri

Skúlin hevur nakrar floytur at lána út fyrstu tíðina. Eggjað verður til, at foreldur/næmingar sjálvi keypa floytu eftir at hava spælt í 1-2 ár.

Prísir og reglur

Leinkja til kunning um kostnað og reglugerð (uppmøting, avboð, sjúka, farloyvi o.s.fr.)