UVT Filter
Tuba
Frálæra
Frálæran í tuba er fyrst og fremst skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í eini námsætlan, sum hevur innbygd menningarstig.Nótar
Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum.Samanspæl
Fyri tubaleikaran er samanspæl í orkestri eisini týdningarmikið. So skjótt sum til ber, verður næmingurin settur í samanspæl. Orkesturvenjing er 60 min. um vikuna.Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra bæði sum einstaklingur og í orkestrum og samanspælsbólkum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað veldst um næmingin og menningarstøðið.Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið.Heim og skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í sambandi við støðumetið um várið.Aldur
Til ber at byrja at spæla tuba frá áleið 7 ára aldri.Lán av ljóðføri
Til ber at lána ljóðføri frá skúlanum (fyrivarni verður tikið fyri at ljóðføri er tøkt)Prísir og reglur
Gev tónleikinum botn
Tuban hevur ein djúpan, mjúkan klang. Hon kann leggja botn undir orkestrið, men eisini spæla eina melodi sjálv og lata tónarnar fara avstað við ferð.
Tú kanst kanna bæði teir breiðu og teir kviku tónarnar. Í samanspæli lærir tú at lurta eftir hinum og geva tónleikinum fyllu og drív.
Hoyr, hvussu tuban skiftir millum breiðar og kvikar tónar.
